Sandoyar Fysioterapi

Sandoyar Fysioterapi

Del

For mange McKenzoids et velkendt ansigt 😃 - Hans Van Helvoirt, Fysioterpeut, Dip MDT fortæller om hvordan de bruger epidural blokader til at reducere inflammation før MDT undersøgelse/behandling, når der er tegn på radiculær inflammation.  🔥😳 15/10/2023

Um tú hevur diskusprolaps ella aðra orsøk til pínu ella aðrar trupuleikar frá lendunum, nakkanum ella miðrygginum, so kann tað vera gott, og í summum førum avgerðandi, at møta einum fysioterapeuti við røttu servitan og førleikum, ið kann kannað, sjúkuavgerða, viðgerða og ráðgeva teg á besta hátt í samsvar við altjóða meginreglur innan hettar økið.

Hesar førleikar hava vit havt í nógv ár á Havnar Fysioterapi (og nú eisini á Sandoyar Fysioterapi), og í 2012 fingu vit prógv uppá at vit eru á altjóða hægsta støði innan handfaring av m.a. ryggjatrupuleikum.

Hettar er stór ábyrgd, ið vit takað í størsta álvara, og pliktar okkum at halda førleikanar viðlíka og leggja nýggjastu vitanina afturat, so hvørt nýggj skjalprógva vitan er tøk.

Í hesum sambandið vóru Hjørleif Niclasen og Klæmint Isaksen fyri stuttum á ryggjaráðstevnu í Odense har høvuðsevnið var konservativ handfaring av diskusprolapsum í lendarygginum.

Tað hevur verið eitt týðiligt rák seinastu nógvu árini, at viðgerð hjá fysioterapeutum við røttu servitanini verður meira og meira viðmælt í samband við diskusprolapsar, innan møgulig skurðviðgerð kemur uppá tal.

Í samband við truplar støður er ein annar nýggjur væl skjalprógvarður møguleiki komin, ið er blokadur (Transforaminal Epidural Steroid Injecions (TESIs)), sum verður gjørd undir skanning.
Hettar verður t.d. gjørt í saman við Mechanical Diagnosis and Therapy (McKenzie viðgerð) har skanningsútgerð er tøk.

Fyrilestrahaldarar vóru fysioterapeutur og prísvinnandi granskarin Hans van Helvoirt úr Hollandi, yvirlækni og neurokirurgur Morten Zebitz Steiness úr Danmark, reumatologur Jonathan Vela úr Danmark, fysioterapeutur og diskusprolaps rithøvundur Tom Jesson úr USA, fysioterpeut Ph.d. Nanna Rolving úr Danmark og fysioterapur og undirvísari í pínu Joost van Wijchen úr Noreg/Hollandi.

Eitt gevandi vikuskiftið um ymiskar loysnir til truplar diskusprolapsar👍

Um tú hevur brúk fyri vegleiðing og hjálp í samband við diskusprolaps í lendunum ella aðrastani í rygginum, so er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á telefon 312131 ella umvegis teldupost okkara [email protected]🙂

Hoyr Hans van Helvoirt geva trý góð ráð til fysioterapeutin og aðrar klinikarar👇

Og fyri teg, ið hevur trupuleikar av einum diskusprolapsi fart tú eitt lítið innlit í hvussu týdningarmikið tað er at fáa viðgerð frá fysioterapeutum við røttu servitanini👍

For mange McKenzoids et velkendt ansigt 😃 - Hans Van Helvoirt, Fysioterpeut, Dip MDT fortæller om hvordan de bruger epidural blokader til at reducere inflammation før MDT undersøgelse/behandling, når der er tegn på radiculær inflammation. 🔥😳

06/09/2023
Photos from Sandoyar Fysioterapi's post 30/08/2023

Sandoyar Fysioterapi heldur til á Læknamiðstøðini á Sandi.

Vit eru á Sandi hvønn fríggjadag.

Um tørvur er á at koma til fysioterapi meira enn eina ferð um vikuna, ber eisini til at koma til Havnar Fysioterapi ein av hinum døgunum.

Frá august 2023 eru tað royndu og dugnaligu fysioterapeutarnir Klæmint Isaksen og Hjørleif Niclasen, ið eru at hitta á Sandoyar Fysioterapi.

Vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis telefon ella teldupost.

312131 - 219657 - 218807 - [email protected]

Vælkomin at deila 🙂

Photos from Sandoyar Fysioterapi's post 18/11/2022

Sandoyar Fysioterapi heldur til í Læknamiðstøðini á Sandi, Miðgøta 13, 210 Sandur.

Um tú hevur brúk fyri fysioterapi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum umvegis telefon 312131 / 219657 / 218807 ella [email protected]

Sandoyar Fysioterapi er partur av FysioFøroyar, ið eisini umfatar Havnar Fysioterapi, Vága Fysioterapi, Sunda Fysioterapi og Fysioterapi & Massagu í Vælveru Fitness.

Meira um okkum á fysioterapi.fo

Vil du plassere din praksis på toppen av Klinik-listen i Sandur?
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.

Internet side

Adresse


Miðgøta 15
Sandur
210

Hvad er åbningstiderne?

08:30 - 16:00