SWAY
31/07/2025
Kom í til FÓMÓ konsert í morgin kl.20.00 💗
Atgongumerki fæst við dyrnar og er ókeypis fyri øll undir 18 ár 💓
Fómó
er ein felagstónleikaverkætlan hjá føroysku tónlistarkvinnunum Mariannu Winter, Daniu O. Tausen, Guðrið Hansdóttir og Katrinu Olsen. Í hesi serstøku framførsluni spæla tær 10 óútgivnar sangir, sum tær hvør í sær hava arbeitt uppá, seinastu mánaðirnar. Verkætlanin kom serliga burturúr trongdini at avbjóða seg sjálvar, ikki bara sum songkvinnur og sangskrivarar, men eisini sum ljóðførisspælarar.
“Hóast vit allar spæla ljóðføri, hava vit ofta latið okkara mannligu tónleikarar taka yvir á konsertum, ofta vegna manglandi sjálvsálit. Við Fómó valdu vit at venda tingunum á høvdið: at taka ræðið, spæla sjálvar og geva hvør aðrari mót og styrki á pallinum.
Vit elska at samstarva við okkara dugnaligu mannligu tónleikafeløgum og vinmonnum, men við hesi verkætlan vilja vit eisini skapa sjónligheit fyri kvinnulig tónlistarfólk í Føroyum. Vit vóna at kunna geva øðrum ungum gentum dirvið og íblástur at spæla, tá tær síggja, at kvinnur eisini hoyra heima á pallinum - ikki bert aftanfyri mikrofonini, men eisini við ljóðførum. Tí representatión hevur týdning.”
Klik her for at gøre krav på din sponsorerede post.
Type
Kontakt virksomheden
Telefon
Internet side
Adresse
Tórshavn